Stig Roar fer til hús

Síðani 2009 hevur Stig-Roar Søbstad verið fastur fúsur í føroysku fót­bóltskappingini. Tað verður hann ikki næsta kappingarár. Heima­síðan hjá AB veit at siga, at norski álops­spælarin nú hevur takkað fyri seg í Føroyum.
– Tað hevur verið eitt stórt upp­livilsi hjá mær at vera í Føroyum og spæla fótbólt. Nú havi eg upplivað tað, sum eg ætlaði, og nú er tíðin komin at fara til hús aftur til heimlandið, sum er Noreg. Í løtuni havi eg ikki hug at spæla eitt ár aftrat í Føroyum. Tað verður gott at koma til hús, men mær hevur dámað ógvuliga væl í Føroyum, sigur Stig-Roar Søbstad við ab.fo.
Norski álopsspælarin kom til Føroya og Argir í 2009, og hesi trý ár­ini hevur hann spælt við AB, B36, B68 og aftur á Argj­um.
Faroesoccer veit at siga, at hann í 2009 spældi 12 dystir í AB, og at hann skoraði fimm mál. Í 2010 spældi hann 17 dystir við AB, har hann skoraði seks mál, áðrenn hann seinnapartin hetta sama árið flutti til B36. Har spældi hann sjey dystir, uttan at tað eydnaðist honum at finna vegin til meskarnar.
Fyrra partin av farna kapp­ing­arári var Stig-Roar Søbstad, sum á grækarismessu verður 30 ár, á Svangaskarði. Hann er skrásettur fyri seytjan dystir í B68 búnanum, og hann skoraði trý mál. Punktum fyri Føroya ferðini varð sett á Argjum, har úrtøkan var fimm mál í tólv dystum.
AB heimasíðan veit at siga, at Stig-Roar Søbstad er ættaður úr Eide, sum er stutt úr bæði Molde og Kristiansund, og at hann hevur havt samband við norska felagið AK, Averøykammeratene, sum hann fer at venja við, nú hann flytir aftur til Noregs.