StÍF kløkkaði Neistan

Neistakvinnur vunnu ætlaða favoritt-sigurin í dag, men tær fingu ein lítlan hvøkk frá StÍF

Tað varð ikki roknað við, at Neistin skuldi hava stórvegis trupulleikar av StÍF, men fyrstu tjúgu minuttirnar av dystinum í dag vóru tað gestirnir, sum stóðu fyri tí mesta.

 

Neistin fekk tó sett seg á dystin seinastu løtuna undan steðginum, og eftir steðgin hildu tær fast. StÍF hekk væl í eina løtu, men tær megnaðu ikki at halda trýstinum allan vegin, og so gjørdist heimasigurin hampuliga tryggur, tá samanum kom.

 

Fyri Neistan skeyt Jacklin Durhuus 9 mál. Fríðrun Danielsen skeyt 10 av málunum hjá StÍF.

 

Neistin-StÍF 34-28 (17-15)