#STHeðin er tað nýggja hashtaggið, sum fólk á Facebook nýta til at gera gjøldur burturúr borgarstjóranum í Havn.
Síðani in.fo í gjár skrivaði um tað, sum Heðin Mortensen hevði kunnað samgongubýráðslimir um, tá ið hann fór á ST aðalfund, hava sosialu miðlarnir verið merktir við skemtingarsamum viðmerkingum um borgarstjóran.
Heðin Mortensen segði við samgongulimirnir í býráðnum, at hann ikki fór í farloyvi og sostatt at fáa nakran fyribils borgarstjóra inn fyri seg. Tí hann var tøkur umvegis smsboð, email og telefon alt samdøgrið.
Tað eru tey nøkur, sum halda er ein stuttligur háttur at stýra høvuðsstaðnum í landinum. Og nakrar skemtingarsamar viðmerkingar eru eisini at síggja.
Til dømis er hendan viðmerkingin:
SMS úr New York (02.13): Kann onkur syrgja fyri at sprinklarnir á Tórsvølli sløkkjast áðrenn U-15 landsdystin – HM.
Borgarstjórin hevur rætt til at frávelja at lata nakran koma í sítt stað, meðan hann er burturstaddur.