Steypafinalan ÍBV-Valur beinleiðis á RÚV 1

Øll sum hava hald til Televarpið kunnu síggja íslendsku steypafinalurnar í hondbólti í morgin

Tað verður rættiliga manntómt úti í Heimey í morgin. Mong fara til Reykjavíkar at stuðla sínum oyggjafeløgum í morgin.

 

Besta kvinnuliðið hjá ÍBV, ið hevur Ingibjørg Olsen á liðnum skal í morgin klokkan 13 spæla steypafinalu móti Vali í Laugardalshøllini í Reykjavík.

 

Eftir tí sum frættist fara Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus og allur hópurin hjá mansliðnum hjá ÍBV til Reykjavíkar fyri at heppa kvinnurnar hjá ÍBV til sigurs. 

 

Bæði ÍBV og Valur hava 32 stig í landskappingini, og liggja fremst í bestu deildini, og tí er lagt upp til eina spennandi finalu.

 

Hondbóltsáhugaðir føroyingar kunnu fylgja Ingibjørg og hennara liðfeløgum í dystinum móti Vali beinleiðis á RÚV 1. 

 

Til ber eisini at fylgja mansfinaluni millum Afturelding og Haukar frá klokkan 15.30. 

 

Øll sum hava hald til Televarpið síggja RÚV 1.