Stevnuvertir søktu sundalagsmenn

Gestablýdni var lítið av, tá fuglfirðingar hátíðarhildu Varmakelduna. Sundalagsmenn taptu annan dystin á rað, og fuglfirðingar hava fingið seks stig úr tveimum ógjørligum uppgávum

EB/Streymur er á veg til Manchester, og fuglfirðingar eru væl á veg til at tryggja sær sætið í bestu føroysku fótbóltsdeildini.

Stevna var í Fuglafirði um vikuskiftið. Varmakelda varð hátíðarhildin, og tað gjørdu fuglfirðingar við manér. Sundalagsmenn, sum annars hava verið í sera góðum lag síðani kappingarársbyrjan, eru ikki eins smílandi longur. Fyri kortum drógu teir Manchester City í UEFA-Cup, og tað tykist sum um, at leikararnir hugsa meir um, hvussu Benjami heldur enn Atli Petersen skal verjast, ella hvussu sleppast skal framvið Micah Richards heldur enn Áka Petersen.

Fuglfirðingar tykjast hinvegin at hava sæð veruleikan í eyguni. Teir stríðast sum fyri lívinum, og tað vísir seg at geva úrslit. Tí úr tveimum so at siga ógjørligum uppgávum, hava teir fingið seks stig. Fyrst bastu teir HB, og síðani oddaliðnum úr Sundalagnum.


Javnt fyri steðgin

Hóast fuglfirðingar vunnu við tveimum málum móti ongum, so var tað ikki fyrr enn eftir steðgin, at munur var á liðunum báðum. Tí í fyrra hálvleiki leikaði rímiliga javnt á. Vandamestu royndina áttu gestirnir, tá Bárður Olsen tíðliga í dystinum royndi seg við langskoti, sum stinni Andras Gango akkurát megnaði at veitra upp á tvørtræið.

Bárður hevði eisini eina aðra naska langskotsroynd, tá hann við vinstra beinið drønaði bóltin beint framvið málinum.


Einmans avrik og kontra

Í seinna hálvleiki var myndin ein heilt onnur. Fuglfirðingar løgdu seg omaná, og tað vóru teir eisini, tá dysturin var av. Nenad Saric legði ÍF framum, tá 64 minuttir vóru spældir. Hann fekk bóltin í vinstra borði, rann framvið tveimum ella trimum EB/Streyma-leikarum, áðrenn hann smekkaði bóltin hart og flatt inn við nærmastu stong. Eitt flott mál!

Seinna málið var eitt regulert kontramál, har EB/Streymur hevði stóran part av verjuni frammi, og Debes Danielsen í tveimum umførum royndi seg. Fyrra skotið vardi René Tórgarð fyri, men seinna setti Debes trygt í netið.


Skilagóðir og arbeiðssamir

Tvey mál móti ongum vitnar ofta um ein tryggan sigur, og so var eisini í gjár. EB/Streymur hevði sera ilt við at spæla seg til vandamiklar royndir. Partur av orsøkini til hetta var, at fuglfirðingar dugdu væl at skerja framrættaðu kreftirnar hjá EB/Streymi. Áki Petersen hevði Hans Paula Samuelsen fullkomiliga, so víkamaðurin ikki eina einastu ferð slapp framvið honum. Arnbjørn T. Hansen vísti millum lítið og einki, og varð eisini tikin út, tá slakur hálvur tími restaði. Maðurin, sum er keyptur at hjálpa Arnbjørn í álopinum, Peter Foldgast, vísti akkurát einki, men slapp kortini at spæla dystin á tamb.

Fuglfirðingar vístu hinvegin eina rúgvu. Sum nevnt var Áki Petersen framúr í verjuni, Atli Petersen og Nenad Saric hóttu øgiligt frameftir. Høgni Madsen og Fritleif í Lambanum arbeiddu væl á miðvøllinum, og innskifti og afturkomni Helgi L. Petersen, stýrdi og stríddust væl í álopinum.

Eisini vísti David Jones, venjari hjá ÍF, taktiskt yvirlit, tá hann tók Jonn Thomsen út og setti stóra Knút Vesturtún undir liðini á Bartal Eliasen, tá EB/Streymur fór at royna seg við langum bóltum niðan í álopið.



Myndatekstur:

EB/Streymur er á veg til Manchester, og fuglfirðingar eru væl á veg til at tryggja sær sætið í bestu føroysku fótbóltsdeildini

Mynd: Sofus D. Johannesen