Stevnur og tiltøk fyri allar aldursbólkar

Nesvík: Hetta komandi árið kunnu fólk í Heimamissiónini gleða seg til mong spennandi og áhugaverd tiltøk.

Skráin fyri øll tiltøkini í 2006 eru nú vorðin almannakunngjørd, og her sæst ein heilt tyssi av døgum og vikuskiftum bæði fyri ung og gomul.
Millum tey stóru tiltøkini kann nevnast Landsungdómsstevnan, sum plagar at savna hundraðtals ungfólk eitt heilt vikuskifti. Í ár verður hetta tiltakið á Giljanesi í mai mánaði.
Eitt annað tiltak er sangskeiðið, sum á hvørjum ári verður hildið í heystfrítíðini, og har eisini hundraðtals fólk í øllum aldrum hittast til sang og tónleik eina heila viku.
Í september mánaði verða eisini trý spennandi tiltøk. Byrjað verður fyrsta vikuskiftið í mánaðinum við stórmøtum í Havn, har ein eisini skipar fyri serstøkum Nóa-degi í Nesvík.
Og vikuskiftið eftir verður ein stór og fjølbroytt missiónsstevna hildin í Leguhúsinum í Nesvík.