Herfyri bleiv ein løgfrøðingur sett sum formaður í Mentanargrunni Landsins. Harvið bleiv enn ein av lyklasessunum í føroyska lista- og mentanarumhvørvinum mannaður av persóni uttan listarliga útbúgving. Og sambært fleiri fólkum í listaumhvørvinum, sum Sosialurin hevur tosað við, fingu vit sostatt enn eitt prógv um, at føroyskir mynduleikar antin ikki duga, vilja ella tora at lata røttu førleikarnar sleppa framat, har listarligar avgerðir verða tiknar. Tíverri er avleiðingin av hesi gongd longu alt ov sjónlig staðfesta tey.
- Úrslitið er, at í Føroyum ræður bara tann miðalmáta listin. Tað fær jú illa verið øðrvísi, tá vit ikki vilja vita av førleikunum, sum duga at meta um listarliga dygd, sigur Oddfríður M. Rasmussen, rithøvundur og formaður í Listafólkasambandi Føroya.
Meðan Oddfríður M. Rasmussen illa dugir at ímynda sær nakra listarliga framgongd við verðandi setanarpolitikki á økinum, sær Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, fyri sær eina beinleiðis vanlukku.
- Sleppa røttu førleikarnir ikki skjótt framat, har listarligu avgerðirnar verða tiknar, stevna vit beint móti listarligum undirgangi í Føroyum, sigur hon avgjørd.
Páfallandi mynstur
Hóast tey harmast, kemur tað ikki so óvart á fólk í listaumhvørvinum, at enn ein postur á ovastu rók á teirra øki skal mannast av persóni uttan listafakliga útbúgving. Tey minna á, at frammanundan situr ein bankamaður sum leiðari á Listasavninum og ein løgfrøðingur sum formaður fyri stýrið í savninum. Eisini í øðrum lyklasessum á økinum síggjast fólk, sum onga listarliga útbúgving hava at vísa á. Í so máta er gongdin heldur vorðin eitt 'páfallandi' mynstur, sigur listfrøðingurin og ummælarin, Kinna Poulsen, sum hevur eygleitt og mett um føroyska list í mong ár.
Men tað verður mynstrið ikki minni undranarvert av, heldur hon.
- Ongin annar fakbólkur hevði funnið seg í, at teirra fakligheit systematiskt bleiv skúgvað til viks uppá hendan mátan. Men tá tað kemur til list, tykist tað knappliga sum ein sjálvfylgja, at øll onnur eiga sleppa at spæla serfrøðingar. Av onkrari orsøk hava mynduleikarnir ikki álit á, at listafólkini sjálvi duga at taka neyðugu avgerðirnar innan sítt øki.
Sambært mentamálaráðharranum Helenu Dam á Neystabø, sum hevur sett nýggja formannin í Mentanargrunninum, skal avgerðin tó á ongan hátt tulkast sum vantandi virðing fyri listafakinum. Heldur tvørturímóti.
- Føroysk listafólk hava leingi eftirlýst betri skipaðar karmar kring teirra arbeiði. Tað havi eg størstu virðing fyri, og tí havi eg tilnevnt ein persón, sum hevur drúgvar royndir í fyriskipan at standa á odda í Mentanargrunninum. Fremsta styrkin hjá listafólkum er ikki at skipa fyri, so nú royna vit hetta, sigur Helena Dam á Neystabø.
- Tað mátti verið óneyðugt, tí hatta hava vit longu roynt við at lata ein bankamann og ein løgfrøðing standa á odda fyri Listasavninum. Tað fungerar milt sagt illa, sigur Sunleif Rasmussen og sipar til stríðið, ið stóðst av júst hesum báðum setananum.
Sum kunnugt endaði tað stríðið við, at ein røð av fremstu føroysku yrkislistafólkunum ikki longur vilja vera partur av virkseminum hjá Listasavninum.
Eisini Kinna Poulsen undrar seg yvir grundgevingarnar hjá Helenu Dam á Neystabø
- Tú kanst ikki samanbera Mentanargrunnin við ein banka ella eina fyritøku, sum skal geva peningaligt yvirskot. Fremsta uppgávan hjá grunninum er at stimbra ta góðu listina, og tað krevur annað og meir enn fyrisitingarligar førleikar, minnir hon á.
Um mentamálaráðharrin ivast í førleikunum hjá listafólki at stýra, mátti tað borið til at funnið eina millumloysn, heldur Urd Johannesen, sum er føroyska umboðið fyri Norðurlendska listagrunnin Kulturkontakt Nord.
- Tað kundi til dømis verið eitt millumlið millum listafakligu viðgerðirnar og politiska mynduleikan, sum varðar av grunninum. Men sjálvandi skulu listafakligu førleikaranir hjá viðkomandi vera í lagi, sigur hon.
Onki at vera stolt av
Sambært listafólkunum stingur hetta málið munandi djúpri enn at ein mentamálaráðharri nú knappliga vil hava skipaði viðurskifti kring Mentanargrunnin. Heldur stavar trupulleikin frá einum grundleggjandi illvilja ímóti, at nakar dittar sær til at skera ígjøgnum og vísa á, at tað finst góð, minni góð og vánalig list. Uttan iva hongur hetta saman við eini ræðslu fyri elitæru listini og list, sum setir spurnartekin við galdandi normar og virði, heldur Inger Smærup Sørensen.
- Tað munandi behagiligari at dyrka miðalhampa listina, tí so fornermar man ongan. Trupulleikin er bara, at so fáa vit onga listarliga framgongd, tí tað er elitera, eksperimenterandi og kontroversiella listin, sum brýtur upp úr nýggjum, sigur hon.
Inger Smærup Sørensen vísir á, at tað krevur listafakligar førleikar at síggja og argumentera fakliga og sakliga fyri, á hvønn hátt eitt listaverk brýtur frá gomlum siðvenjum ella í aðrar mátar skarar framúr í mun til onnur verk. Tí má og skal listarliga serfrøðin inn í myndina. Bæði fyri at tryggja eitt kvalifiserað kjak um listarliga góðsku og fyri at veita góðu listini betri sømdir. Hendir tað ikki, gongur ikki long tíð, til vit í Føroyum ikki longur hava nakra list at vera stolt av, staðfestir hon.
At mynduleikarnir venda deyva oyra til listarligu fakligheitina forðar eisini ofta fyri, at tann góða føroyska listin sleppur at umboða okkum úteftir, metir Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listafólkasambandinum
- Tá vit í LISA frætta, at føroysk list skal vera við í eini almennari føroyskari umboðan uttanlands, plaga vit at royna at gera okkara ávirkan galdandi hjá mynduleikunum. Vit fáa sjáldan nakað svar, og tað gevur sjálvandi eina kenslu av, at vit ikki eru verd at lurta eftir, tí onnur halda seg vita betri, sigur formaðurin í Listafólkasambandinum.
Politiskt listapynt
Tað boðaði annars frá góðum, tá Løgmaður í síni nýggjársrøðu fegnaðist um øktu virðingina fyri listafólkum. Við S.J. Mikines sum dømi vísti hann á, at meðan virðingini fyri unga listamálaranum var lítil og ongin, ivast ongin í dag í, at Mikines var ein virðisøkjari og ein nýskapari av teimum heilt stóru.
Millum listafólk fáa orðini hjá løgmanni kortini eina heldur lunkaða móttøku.
- Hatta hoyra vit hvørja ferð ein politikari hevur brúk fyri at pynta seg við listafólkunum. Nakra veruliga virðing fyri teimum plagar tað ikki at vera tekin um, sigur Sunleif Rasmussen, sum heldur tað vera bláoygt at vænta nakra broyting á tí økinum í bræði.
Hann minnir á, at tað ikki er serliga langt síðani at tað í Føroyum var ein stovubær skemtisøga at siga, at tað kundi vera líka mikið um ein málningur hjá Ingálvi av Reyni vendi á høvdinum, tí tú sást ikki mun allíkavæl. Og William Heinesen náddi bæði at fylla 90 og gevast at skriva, áðrenn hann vann virðing millum føroyingar.
Okkurt bendir tó á, at ein broyting er á veg. Bæði listafólkini og mentamálaráðharrin eru nevniliga samd um, at ung fólk í dag ikki síggja listayrkið sum eitt kall, men sum eitt professionelt yrki, ið tey taka sum givið, at onnur virða. Hartil vísir Helena Dam á Neystabø á, at tað er ein gomul myta, at besta listin verður skapt í ússaligum umstøðum
- Tvørturímóti eru eg sannførd um, at jú betri umstøðurnar eru, jú betri møguleikar hevur listfólkið at skapa góða list, sigur hon.
Nær føroysk listafólk kunnu vænta sær betri umstøður tykist heldur ógreitt í løtuni. Fyribils heldur eitt nú Kinna Poulsen at nýggjasta signalið frá mentamálaráðnum mest ljóðar sum
- Far og lær til løgfrøðing - eitt sindur av list kanst tú altíð putlast við í frítiðini.