Nógvar ábendingar hava verið um, at stevið millum samgonguflokkarnar ikki hevur verið serliga gott, síðani landsstýrið kom aftur frá seinasta samráðingarfundinum við danir.
Fyrsta ábendingin var, at landsstýrið sat handan læstar dyr í tríggjar dagar fyri at finna fram til eina semju um ein nýggjan leist fram at fullveldinum.
Tveir dagar eftir, at nýggi leisturin varð almannakunngjørdur, breyt landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum nýggju semjuna við at melda út, at vit skuldu hava yvitikið øll málsøki »til dømis í minsta lagi 2006«.
Nakrar dagar seinni meldaði segði Helena Dam á Neystabø við Útvarpið, at tíðarkarmurin var tað dupulta av tí, sum Høgni Hoydal hevði sagt og eitt sindur afturat.
Í mikudagsútgávuni av Sosialinum skýrdi Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, løgmann fyri at vera ein danskan leigusvein.
Síðani skrivar Jákup Sverri Kass, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin í samgongu, eina viðmerking, sum er prentað í fríggjadagsútgávuni av Dimmalætting, har hann sigur samgonguna alla sum hon er vera ein ævigan sjávdrátt.
Ójavnvág
Løgmaður ásannar, at hetta heilt greitt gevur ábendingar um, at stevið í samgonguni ikki er gott.
? Tað er einki at ivast í, at stevið í samgonuni kundi verið betur, sigur løgmaður. Hann heldur tað vera ógvuliga óheppi, at umboð fyri ymsu flokkarnar hvør í sínum lagi koma við ymsum útsøgnum um samgongupolitikkin.
? Hesar útsagnir skapa ójavnvág í samgonguni, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
Men hann leggur afturat, at ein landsstýrismaður hevur fullan rætt til at koma við útsagnum um síni málsøki, um hann hevur borið seg rætt at í sínum avgerðum.
Somuleiðis heldur løgmaður, at tinglimir í samgonguni hava rætt at koma við sínum útsøgnum.
Men kortini heldur løgmaður, at tað hevði verið betur, um tosað varð saman innanhýsis, áðrenn ógvusligar útmeldingar fóru út í fjølmiðlarnar.
Vit spyrja løgmann, um hann framvegis fer at góðkenna slíkar útmeldingar.
? Eg fari ikki at góðkenna, hvat sum helst, er svarið.
Kommunuvalið orsøk
Løgmaður heldur, at kommunuvalið hevur verið orsøk til mongu útmeldingarnar seinastu tíðina.
? Kommunuvalið hevur gjørt menn heitari, og tí eru teir komnir at siga ov nógv, heldur Anfinn Kallsberg.
Viðmekingin hjá Jákup Sverra Kass er kortini komin eftir kommunuvalið. Men hana vil løgmaður ikki gera aðrar viðmerkingar til, enn at Helena Dam á Neystabø eisini er komin við viðmerkingum, ið hava brotið semjuna um nýggja leistin til fullveldi.
Løgmaður ger kortini greitt, at hann framhaldandi ikki fer at góðtaka líkt og ólíkt.










