5 ára gamla dótturin doyði í bilvanlukku fyri stuttum, og nú hevur kendi sangarin givið avboð til Fjarðafestivalin Kendi sangarin Steven Curtis Chapman skuldi vera eitt av høvuðsnøvnunum á Fjarðafestivalinum. Nú er greitt, at hann kemur ikki henda vegin í ár.
Í tíðindaskrivi í kvøld boðar Fjarðafestivalurin frá, at tey skilja væl, at Steveen Chapman hevur givið avboð:
-Fyri fáum vikum síðani var familjan fyri syndarligari vanlukku, sum bar við sær, at yngsta dóttir teirra, 5 ára gamla Maria, doyði. Vit skilja sjálvandi væl, at Steven hevur givið avboð, og vit syrgja saman við honum og familjuni. Vit arbeiða í løtuni við at finna ein avloysara og verður tað nokk klárt í komandi viku, siga tey frá Fjarðafestivalinum.