Tað eru Petur Pólson og Knút H. Eysturstein, sum mannað Tuxede Rebels. Bólkurin er fyrst og fremst fyrst og fremst ein mótmælisbólkur, sum umframt egin løg, framførir tulkingar av sínum stóru hetjum og fyrimyndum, so sum Bob Dylan, Leonard Cohen, Johnny Cash, Tom Petty, U2 og fleiri øðrum. Tuxedo Rebels hava spælt ymsastaðni kring landið, og hava fólk tikið væl ímóti teimum, hóast onkur ikki kláraði at svølgja sterka lútin, verður sagt á heimasíðuni www.peturpolson.com, har tónleikurin hjá Tuxede Rebels verður lýstur sum: Sterkur løgur frá sterkum andum.
Hetta er triðju ferð nýggja Virkishúsið fyri Ung í Klaksvík roynir seg við livandi tónleiki í stóra felagshølinum. Konsertin byrjar kl 20









