Sterkur norskur oljugrunnur

Hóast oljuprísurin fellur og arbeiðsloysið veksur í oljuvinnuni, tykist norski oljugrunnurin standa stinnur, tí hann er størri enn væntað.

Norski oljugrunnurin er sterkari, enn forsagnirnar søgdu, hóast kreppa nívir altjóða oljuvinnuna (Mynd: NRK)

Í triðja ársfjórðingi í fjør misti oljugrunnurin 212 milliardir krónur, men allíkavæl stendur almenni norski pensjónsgrunnurin sera sterkur.

Tann 30. september í 2015 varð hann uppgjørdur til 5.446 milliardir krónur, sum  er nakað meira, enn forsagnirnar hjá Norges Bank vístu eitt ár fram í tíðina.

Norski miðbankin væntaði, at oljugrunnurin ikki fór at røkka núverandi støddini fyrr enn við ársbyrjan í 2017, skrivar avísin Bergens Tidende.