Í síðstu viku varð fyritøkan P/F Føroya Breiðband stovnað. Talan er um eitt felag, sum frá 1. apríl fer at bjóða út breiðband og breiðbandstænastur til kundar á føroyska marknaðinum.
Felagið leggur seg eftir at veita allar tær tænastur, ið knýta seg at breiðbandsnýtsluni hjá privatum, stovnum og vinnulívinum umframt sjálvt breiðbandssambandið. Sostatt gerst talan um ein sterkan veitara, ið veruliga kann taka kappingina upp á føroyska marknaðinum.
Tvær væl kendar føroyskar fyritøkur standa aftan fyri Føroya Breiðband, nevniliga KT-veitarin
Elektron og telefyritøkan Kall. Hesar fyritøkur eru sterkar á hvør sínum øki, og tí hóska tær væl saman sum eigarar og veitarar til nýggja felagið.
Elektron hevur hollar royndir á sínum øki og hevur eitt nú sítt egna net, hitt sonevnda WiMaxnetið, ið Føroya Breiðband fær til taks. Vit eru eisini sera væl við, tá tað ræður um til dømis hosting, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron og nevndarformaður í nýstovnaða felagnum.
Hann vísir á, at ein hin størsta styrkin hjá Føroya Breiðbandi er, at felagið er óheft av øllum netútbjóðarum. WiMax-netið fevnir í dag um Havnina og Skálafjørðin men skal frameftir breiðast út kring landið.
Við Føroya Breiðbandi er virðisketan hjá Kalli vorðin heil og samanhangandi, tí vit skulu ikki longur keypa okkum inn á netið hjá øðrum veitara. Harumframt hóskar virksemið í nýggju fyritøkuni væl saman við Kalli, ið hevur stóra styrki og drúgvar royndir á GSM-økinum. Kundar okkara fáa atgongd til enn betri tænastur, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Kalli og næstformaður í nevndini hjá Føroya Breiðbandi.
Í nevndini hjá P/F Føroya Breiðbandi eru hesir limir: Niels Christian Nolsøe, formaður, Bjarni A. Bjarnason, næstformaður, Martin Pauli Jacobsen, nevndarlimur, og Sóleyð Hofgaard, nevndarlimur.
Ulla Joensen er sett sum fyribilsstjóri í felagnum, meðan leitað verður eftir einum stjóra til fyritøkuna.