Eitt mál kom fyri steðgin og eitt eftir steðgin. Longu tá tíggju minuttir vóru spældir, løgdu kypriotar seg á odda eftir uppspæl og innlegg úr høgru, sum sterki serbin Nenad Mirosavljević smekkaði upp í málhornið.
Eftir stegðin spældu liðini ein góðan hálvan tíma, áðrenn bólturin aftur var í netinum. Eisini hesaferð var talan um innlegg úr høgru. Hesaferð fekk EB/Streymur fyrsta fótin á innleggið, men eftir nakað av trunkaspælið, smekkaði Marcin Żewłakow bóltin í kassan, umvegis fótin hjá Marna Djurhuus.
Umframt hetta hevði Apoel Nicosia eitt stútara á stongina og eitt skot á tvørtræið.
Hóast trýstir stóran part av dystinum, spældi EB/Streymur tað teir vóru mentir. Hendinga málkjansin høvdu teir eisini. Í fyrra hálvleiki skeyt Arnbjørn Hansen bóltin í síðunetið úr stuttari fjarstøðu, og í seinna hálvleiki tveitti Gudmund Nielsen seg fram í eitt frálíkt innlegg frá Marna Djurhuus, men bólturin fór dygst upp um málið.
Í morgin fer EB/Streymur til Kypros, har teir spæla seinna dystin um eina viku, týsdagin 21. juli.










