Mentanarnáttin byrjaði í smáum í 2001 og hevur so so við og við ment seg til tað, sum hon er í dag.
– Serliga seinni árini hevur hon ment seg nógv, millum annað í vavi, sigur Súsanna Sondum, samskipari av mentanarnáttini. Eins og til onnur stór tiltøk í miðbýnum, so sum Jól í Miðbýnum og Umhvørvisvikuna, er tað Kunningarstovan í Havn, ið tekur ser av at samskipa alt. Ein kann siga, at tað er kunningarstovan, sum vísir býin fram vegna kommununa.
– Ein stórur munur nú í mun til fyrstu árini er, at nú er ikki longur neyðugt at fara út og fiska eftir fólkið at taka lut á mentanarnáttini. Væleydnaða tiltakið seinastu árini hevur gjørt, at fólk fegin vilja taka lut í tiltakinum, og tað ger arbeiðið hjá okkum nógv lættari. Nú melda fólk og stovnar seg til í góðari tíð frammanundan, sigur Súsanna Sondum.
– Øll royna tey at gera sítt til at vísa, at vit eiga eina ríka, fjølbroytta mentan her í høvuðsstaðnum, sigur hon.
Tað kann vera torført at greiða frá, hvat mentan er og somuleiðis er torført at seta orð á, hvat er mest serstakt við mentanarnáttini. Í ár hevur mentanarnáttin tó ein sterkan søguligan dám yvir sær.
– Í ár verður skipa fyri fleiri søguligum gongutúrum. Óli Jacobsen greiðir frá úti í gamla kirkjugarði, men aðrir gongutúrar eru úti á Reyni og á Tinganesi. Soleiðis fáa øll høvi at læra eitt sindur um gomlu Havnina, sigur Súsanna Sondum.
Súsanna Sondum heldur sjálv, at millum mest áhugaverdu støðini at vitja hesa mentanarnáttina, eru framsýningarnar í Íspakkhúsinum og í Öström.
– Í Íspakkhúsinum er ein framsýning hjá íslendsku myndakvinnuni, Sigga Ella, har hon hevur tikið myndir av 21 fólkum við Down’s Syndromið. Í Öström hava føroyskir sniðgevar sniðgivið hvør sína sofu, sum næmingar á Tekniska Skúla í Havn hava gjørt. Umframt hetta er nógv ymiskt til børn eisini, sigur hon.
– Eg veit, at fólk ofta samanbera hetta við ólavsøkuna, men tað er ikki heilt rætt. Mentanarnáttin er als ikki eitt ball, á sama hátt sum ólavsøkan. Mentanarnáttin er eitt familjutiltak, har øll familjan kann vera saman um øll tiltøkini, sigur Súsanna Sondum at enda.










