Hóast teir teljast millum yngru venjararnar í landinum, so kann ikki ein fingur setast á avrikini, sum Sigfríður Clementsen og Magni Mohr hava vunnið saman. Umframt árið í ár hava teir báðir eisini vant B36 í tvey ár, og úrslitini hava verið framúr tey trý árini, sum teir hava arbeitt saman. Tvey FM-gull, tvey Løgmanssteyp og víðari luttøka í bæði UEFA-Cup og Champions Leagu-undankappingini. Og so telur tað neyvan skeiva vegin, at teir tvær ferðir hava verið partur av serstakliga fíggjarliga gevandi lutakøstum í Europa. So tað er neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at Sigfríður og Magni eru ein góð byrjan, um eitt felag veruliga ætlar at sveiggja seg upp til nakað stórt.