Øskan av bretska astrofysikaranum Stephen Hawkin skal jarðast við lið Charles Darwin og Isaac Newton í Westminister Abbey í London.
Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.
Stephen Hawkin doyði 14. mars. Hann gjørdist 76 ára gamal.
– Tað er upp á sítt pláss, at øskan av Stephen Hawkin verður jarðað í Abbey við síðuna av tveimum so framstandandi vísindamonnum, sigur presturin John Hall vegna stórslignum kirkjuna, skrivar The Guardian.
Isaac Newton varð jarðaður í kirkjuni í 1727 og Charles Darwin í 1882. Dagfestingin fyri, nær Stephen Hawkin verður jarðaður er ikki almannakunngjørd enn.
Duldarfullu svørtu holini í alheiminum vóru í nógv á kjarnuførleikin hjá Hawkin, og í síðstu verkætlanin setti hann sær fyri at granska lív í rúmdini.
– Við dirvi og úthaldni og sínum og flogvitsku og skemtingarsemi skapti hann íblástu hjá fólki kring allan heimin.
– Hann segði einaferð: Tað hevði ikki verið nakar serligur alheimur, um tað ikki var heimstaður fyri mennisku, tú elskar, søgdu tey trý børnini hjá Hawkins herfyri.
/ritzau/