Fuglfirðingar vóru undan kappingarárinum mettir at vera eitt av liðunum, ið fór at vera í kappingini um uppflyting í 1.deild. Fyrra helvt hilnaðist ikki so væl, og eftir ósigurin í Runavík leygardagin, skal rættilig vend koma í, um uppflytingin skal gerast veruleiki.
Prát hevur verið um, at fuglfirðingar høvdu ætlanir um styrkja um hópin í summarfrítíðini, men sum skilst, so er onki komið burturúr.
Sáttmáli við danan og fyrrverandi GÍ-leikaran, Martin Thomsen, var annars komin undir land, men Martin er framvegis so mikið skaddur, at einki røkist fyri, at hann verður klárur áðrenn kappingarárið í Føroyum er av, so tann avtalan verður av ongum.
NSÍ effektivari
Dysturin leygardagin millum Eysturoyar liðini NSÍ og ÍF var ikki ein teimum betru. Hóast fleiri málmøguleikar vóru báðar vegir, so var onki leikligt flog yvir dystinum. Úr Runavík verður sagt, at dysturin var javnur, men í teimum avgerandi løtunum, vóru runavíkingar meira avgjørdir.
Fyrri hálvleikur endaði málleysur, hóast bæði lið høvdu fleiri royndir uppá. Stutt inn í seinna hálvleik eydnaðist tað Sverra Justinussen at leggja NSÍ frammum. Eftir at Mortan Hansen brýtur ígjøgnum í høgru síðu, endar bólturin hjá Sverra, sum ótarnaður kundi skjóta fyrsta málið í dystinum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru NSÍ aftur uppá spæl. Runavíkingar vinna bóltin langt uppi á ÍF-hálvuni, og Kristjan Poulsen strýkur ígjøgnum, og leggur bóltin framvið ÍF-málverjanum. Málskjúttin, Kristjan Poulsen, er toftamaður, og hevur skift felag í summarsteðginum, og í sínum fyrsta dysti fyri teir svørt-gulu, eydnaðist tað honum at gera mál fyri NSÍ.
Løtu seinni svaraði ÍF aftur. Við einum hørðum frísparki, ið rakti ein NSÍ-leikara á vegnum, fekk Ken Bærentsen minka um munin til 2-1
Tvey reyð kort
Fuglfirðingar spældu síðstu løtuna við níggju monnum, eftir at tveir mans vórðu riknir av vølli.
Við níggju monnum spældu ÍF seg kortini fram til málmøguleikar, og við hepni kundu teir fingið okkurt málið og harvið eisini stig, men runavíkingar hildu fast tað, sum eftir var av dystinum
Við sigrinum eru runavíkingar á veg úr botninum, har teir hava ligið í alt ár. Hjá fuglfirðingum kom ósigurin illa við, tí frástøðan til oddaliðini er um gerast ov stór til, at teir veruliga kunnu vera við stríðnum um uppflyting.
Dysturin í tølum:
NSÍ-ÍF 2-1 (0-0)
1-0Sverri Justinussen
2-0Kristjan Poulsen
2-1 Ken Bærentsen