Stellu Polaris vinnarar í Havnar Kirkju

Yngru vinnararnir av tónleikakappingini fara at framføra á matiné.

Leygardagin tann 3. oktober skipar Konsertfelagið fyri matiné við yngru vinnarunum í tónleikakappingini, Stella Polaris 2015. Tað eru vinnararnir í bólkinum upp til 13 ár og í bólkinum fyri tónleikarar í aldrinum 14 og 18 ár, ið fara at framføra.


Í yngra bólkinum vunnu Vár Iversen Lindenskov, sello, og Maria á Lakjuni, floyta, ávikavist 1. og 2. virðisløn.


Í bólkinum fyri tónleikarar í aldrinum 14 – 18 ár fóru 1. og 2. virðisløn til ávikavist Aksel Dánjalsson Remmel, ið spælir klaver og Biritu Dam, ið spælir bratch.


Høvi verður at hoyra hesar tónleikaspírar framføra leygardagin. Talan verður óviað um eina góða konsert við tónleikarum, ið vit væntandi fara at hoyra nógv meira til í árunum framyvir.


Stella Polaris er eitt nýtt átak, ið Føroya Musikskúli byrjaði uppá í fjør. Endamálið er millum annað at menna ungar evnaríkar klassiskar tónleikarar og at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki.