Fyrsti dagur í tónleikakappingini Stella Polaris var í gjár, og aldursbólkurin “til og við 17 ár” hevur framført í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.
Tað var ikki ein løtt uppgáva at kjósa vinnarar, tí sum Edith Dahl Jakobsen, frásøgufólk segði, so eru tey øll vinnarar.
Dómsnevndin, Magnus Johannessen, Maria Guttesen, Høgni Lisberg, Benjamin Petersen og Guðrun Sólja Jacobsen, høvdu ta tørføru uppgávu at kjósa tey bestu. Dómsnevndin valdi at geva triðju virðisløn til Sophilia Alicia Wraae Mukisa. Síðani varð onnur virðisløn handað Maria Petersdóttir Gaardbo og at enda varð vinnarin funnin, sum varð bólkurin iKai.
Allir luttakararnir fingu luttøkubræv og blómur frá Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býraðs, sum skipar kappingina.
##med2##
Í dag verður aftur lagt til brots, tá luttakarar í aldursbólkinum 18 - 24 ár fara at kappast.
Til ber at koma í Hátún at lurta, umframt at kappingin verður stroymd á heimasíðu Tórshavnar musikkskúla www.tm.fo"
##med3##