Steintór setti met

Mikudagin landaði djúpvatnstrolarin Steintór á Tvøroyri. Hetta var ein rættiligur roktúrur, og sølan hjá skipinum setti met millum djúpvatnstrolarar í føroyskum sjógvi Portalurin frættir, at sølan, tá ið hvalbiartrolarin Steintór landaði á Tvøroyri mikudagin, er hin størsta hjá einum djúpvatnstrolara veidd í føroyskum sjógvi.

Samlaða veiðan vá 240.000 pund. Meginparturin var toskur og kongafiskur, sum skipið hevur fiskað vesturi á Íslandsrygginum og vestarliga í føroyskum sjógvi.

Tað vóru feløgini Delta Seafood og TG Seafood, sum keyptu veiðina fyri heilar 2,45 miljónir krónur.

Hetta er soleiðis størsta søla hjá einum føroyskum djúpvatnstrolara eftir roynd í føroyskum sjógvi.

Túrurin hjá Steintóri vardi í eina viku.

Skipari við djúpvatnstrolaranum hendan túrin var Jákup Pauli Hammer.