Verður skipaður í embætið sum diakonprestur

- Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur fyri øllum í Fríðrikskirkjuni, har høvið eisini verður at heilsa uppá nýggja dikonprestin.

 

Sverri Steinhólm, diakonprestur. Mynd: Martin Sirkovsky.

Sunnudagin klokkan 11 fer Uni Næs, dómpróstur, at skipa Sverra Steinhólm í embætið sum dikonprestur. Hetta verður gjørt undir gudstænastuni í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

 

Sverri Steinhólm hevur áður røkt embætið sum sjúkrahús- og fongsulsprestur. Hann verður fyrsti diakonprestur í Føroyum.   

 

Uppgávan er at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og gerast sosialt viðbrekin, eitt nú í mun til arbeiðsloysi, bundinskap ella heimloysi.

 

Sum dikonprestur skal Sverri Steinhólm virka í  samspælinum millum tað einstaka menniskjað og samfelagið.

 

- Í arbeiðnum skal hann boða evangeliið um Jesus í orði og í verki inn í tilverunnar avbjóðandi umstøður.

 

Fólkakirkjan skrivar, at í fyrstu atløgu verður byrjað spakuliga í tættari samvinnu við Bláa Kross Føroya og Soli Deo Gloria í Klaksvík, ið eru umboðað í nevndini, sum saman við biskupi hevur ábyrgd av diakonprestinum.

 

Sverri Steinhólm hevur drúgvar royndir á økinum frá sínum arbeiði í Blá Krossi, har hann hevur verið virkin alt sítt lív og formaður í mong ár.

 

- Hann kemur at samstarva við felagsskapir og øll tey, ið ynskja at samstarva við Fólkakirkjuna. Væntandi verður talan um eitt samstarv, ið útinnar manngott arbeiði.

 

Fólkakirkjan hevur seinnu árini verið í eini tilgongd at seta fleiri funktiónsprestar at virka við meiri bundnum uppgávum, og setanin av diakonpresti er ein liður í hesum.

 

Sverri Steinhólm byrjaði í tænastuni sum diakonprestur tann 1. september. Sunnudagin verður hann skipaður í embætið, sum siðvenja er.

 

- Eftir gudstænastuna er ein drekkamunnur fyri øllum í Fríðrikskirkjuni, har høvið verður at heilsa uppá nýggja dikonprestin, veit Fólkakirkjan at siga í dag.

 

Sverri Steinhólm, diakonprestur. Mynd: Martin Sirkovsky.