Steffan var tvífaldur málskjútti

Teir næstbestu hjá NSÍ vunnu stórsigur við Stórá í Trongisvági ídag

Teir næstbestu hjá NSÍ halda tørn um bronsuplássið í fyrstu deild.

Í dag vunnu teir 5-0 á útivølli ímóti Suðringum. Hetta var sætti sigurin hjá teimum gulu, og hetta var størsti sigurin hjá teimum í ár.

Suðringar hava tvær ferðir spælt javnt og ongantíð vunnið. Nú eru tað fýra stig frá Suðringum og tíggjunda plássi og fram til áttanda plássið.

 

Hálvleiksstøðan var 2-0 til NSÍ. Pætur Hentze setti hol á eftir trettan minuttir, og Sølvi Sigvardsen økti til 2-0 dygst undan steðginum.

Tá ið ein tími var farin, sá Tóki Krosslá Mortensen hjá heimaliðnum gult fyri aðru ferð, og so spældi NSÍ við ellivu ímóti tíggju síðsta hálva tíman.

 

Tá ið tað restaðu seks minuttir, økti Steffan Løkin til 3-0, og fýra minuttir seinni var hann aftur uppá spæl, og so var 4-0. Hann hevur nú skorað fimm mál á næstbesta liðnum.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti Aron Mikkelsen 5-0 stórsigurin.