?Tað gevur onga meining longur, at geva lyftið fyri altarinum í kirkjuni, at tvey vilja liva saman í viðgongd og mótgongd inntil deyðin ger skilnað, tá ið talið økist av hjúnum, ið eftir styttri ella longri tíðarskeið fara frá hvørjum øðrum. Og samstundis sluppu vit undan tí, sum nú pikkar á kirkjudyrnar, nú teir verðsligu mynduleikarnir við tvingsli leggja seg út í kirkjunnar innaru viðurskifti, at víga tvey av sama kyni.
Tað heldur John Myllhmar, trúboðari, sum beinleiðis mælir kirkjuni til at sleppa brúðarvígsluni, nú virðingin fyri hjúnalagnum, sum innskrivað er í Halgubók, kortini er farin, sum hann tekur til.
Hann heldur, at eitt hóskandi høvi at tikið av kirkjuligu brúðarvígslurnar hevði verið, tá kirkjan verður yvirtikin.
John Myllhamar vísir á, at áður varð hjúnavígsla hildin at vera ein heilag gerð, sum fór fram í Guðs húsi.
Í dag halda fólk ikki so nógv um hetta meira, sigur hann. Hann sigur seg kenna dømi um, at fólk beint eftir at vera gift hava sagt, at tey meta ikki hjúnabandið hægri enn pappírið, tað er skrivað á.
?Tí gevur tað onga meining longur, at geva lyftið fyri altarinum í kirkjuni, at tvey vilja liva saman í viðgongd og mótgongd inntil deyðin gerð skilnað, tá ið talið økist av hjúnum, ið eftir styttri ella longri tíðarskeiði fara frá hvørjum øðrum. Og samstundis sluppu vit undan tí, sum nú pikkar á kirkjudyrnar, nú teir verðsligu mynduleikarnir við tvingsli leggja seg út í kirkjunnar innaru viðurskiftini, at víga tvey av sama kyni, sigur John Myllhamar, trúboðari.
Kirkjan í stríð við seg sjálva
Tað eru tvinnar orsøkir til, at hann hevur so greiða støðu til hetta málið, sum hann hevur, sigur John Myllhamar.
Fyrsta orsøkin til hesa støðu hansara er, sigur hann, at nú ein og hvør átrúnarlig rørsla hevur fingið myndugleika at víga fólk, metir hann hetta at hava minkað um tað álvara og ta hátíð, sum ein brúðarvígsla hevur verið.
Onnur grundin er, sigur John Myllhamar, at tað er, sum hann tekur til, »fullkomuliga absurd og gagg gagg«, sum politiskir myndugleikar í okkara grannalondum nú við lóg vilja troðka inn á kirkjuna.
Hann metir kirkjuna í dag at vera ov veika at standa móti trýsti. Og orsøkirnar til tess heldur hann vera so ymiskar. Tær kunnu vera líkasæla ella ótti fyri at gerast ópopulerur, heldur hann. Ella í tríðja lagi, at kirkjuligi myndugleikin er meira upptikin av politiskum enn av krkjuligum virksemi.
?Enn hava vit tíbetur í Føroyum ein kirkjuligan mynduleika, ein biskup, sum torir at siga nei til sovorðið. Men vit vita ikki hvat framtíðin bjóðar, tí vit hava sanniliga eisini í Føroyum ein sterkan politiskan myndugleika, sum við lív og sál berjist fyri at sekularisera kirkjuna, eitt nú við at hon skal fylgja londunum kring okkum. Um teir ikki vága at taka hetta í einum takið, so verður tað gjørd í stigum, sigur John Myllhamar.
Sum er, talar alt fyri, at kirkjan í framtíðini skal tvingast at víga tvey av sama kyni hjún at vera. Verður tað gongdin, er grundarlagið fyri Guðs skaparorning, har hann skapti okkum sum kall og konu, tikið burtur. Og tí kemur kirkjan í stríð við seg sjálva, sigur hann.
Kirkja merkir kyriakón (tað, sum hoyrir Harranum til). Hon byggir tí á ævigar sannleikar og ikki á politiskar, har sannleikin ofta er ein í dag og ein annar í morgin.
John Myllhamar heldur, at avtøka av brúðarvígslu í kirkjuni vildi forða fyri óneyðugum stríði í kirkjuni við prestar, hvørs samvitska og sannføring sýtir teimum eitt nú at víga samkynd.
Kollvelting
John Myllhamar ásannar, at hetta er sera kollveltandi, hann kemur við. Men lítið kollveltandi í mun til tað, sum fram er farið seinastu tíðina og ivaleyst eisini fer at koma í framtíðini.
Í fyrstu syftu vil tað kennast sum stórur missur fyri okkum, sum hávirða kirkjunnar gomlu traditiónir, at skulu leggja av kirkjuliga brúðarvígslu. Ein sið, ið ikki finnist aldur á. Eisini er tað spell fyri tey hjún, sum enn taka hjúnabandið í álvara, og sum veruliga meina tað, tá ið tey geva hetta lyftið fyri Guði og monnum. Og nøkur eru tey tíbetur enn. Men júst fyri at virða teirra guðgivna lyfti, er rættast at avtaka hendan sið, heldur John Myllhamar, trúboðari.
Hann vísir á, at fyri at fremja tað, sum rætt er, er ofta neyðugt at gjalda høgan prís. Og hann er púra sannførdur um, at hetta sum frá líður fer at tæna kirkjuni best.
Hetta er ikki nøkur provokatión, men meint í ramasta álvara, sigur hann. Verður givið víðari til umhugsunar hjá okkum øllum. Ikki sum álop ella dómur yvir nakran.
?Tað ber heldur ikki til, tí nærum hvør einasti okkara er beinleiðis ella óbeinleiðis raktur av teimum vanlukkum og sorgarleikum tað er, tá eitt heim fyri og annað eftir verður lagt í oyði. Slíkt kann ein kirkja ella samkoman ikki »bagatellisera«, men eigur at taka í størsta álvara, sigur hann.
John Myllhamara sigur, at hann metir, at tíðin er farin frá brúðarvígslu í kirkjuni, sum ein heilag gerð. Tí eigur brúðarskørið at flytast úr kirkjuni yvir í bý- og bygdaráðssalin, so at uppgávan í framtíðini bara liggur hjá borgarstjóranum á staðnum. Hendan broyting átti at verðið gjørd, nú kirkjan verður yvirtikin, og framdar verða møguligar bygnaðarbroytingar.