Oljuleki
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina neyvari frágreiðing um leitingina eftir oljuleka á Statoil í Saltangará, áðrenn blaðið fór til prentingar í dag.
Stjórin á Statoil, Niels Juel Nattestad, sat á fundi, men varð væntandi leysur beint eftir middagsleitið, tá ið hesar reglur eru skrivaðar.
Sosialurin hugdi fram við á Statoil-støðini í Saltangará í morgun, og eftir hvat fólk vita at siga, hevur Statoil staðfest leka á onkrum røri, sum hevur ligið undir betongi.
Vit fingu orð á dagliga leiðaran á støðini í Saltangará, Hilmar Sam Lamhauge og Jóhan Poulsen, sum hevur ábyrgdina av tangum og leiðingum hjá Statoil, men teir vístu báðir til stjóran, Niels Juel Nattestad.
Frágreiðingin bíðar
Í evstu løtu, áðrenn hesar reglur vórðu skrivaðar, fingu vit orð á Niels Juel, sum var staddur í bili.
Hann hevði ikki møguleika at greiða frá málinum, men vit avtalaðu at tosa saman aftur mánadagin.
Hvørki Hilmar Sam Lamhauge ella Jóhan Poulsen dugdu at siga okkum, nær Statoil-støðin í Saltangará letur uppaftur.