Studieupptøkurnar byrjaðu í Stokholm í Svøríki í juni 1996. Um somu tíð vórðu uttanduraupptøkurnar gjørdar í Føroyum. Tær seinastu studieupptøkurnar vóru gjørdar í Keypmannahavn um heystið 1996.
Filmurin var fyrstu ferð sýndur í Norðurlandahúsinum í Føroyum 28. september 1997. Í Danmark varð filmurin samstundis sýndur í 45 biografum. Filmurin kostaði tilsamans 38 milliónir krónur og er helst tann dýrasti danski filmurin, sum higartil er gjørdur.
Á myndini eru seks statistar, sum vóru við til filmsupptøkurnar. Vit vita ikki hvørjir allir eru, men nr. trý er Heðin Mortensen, nr. fimm er Johan Mortensen og nr. seks er Tummas Jacobsen. Heðin Mortensen eigur myndina, sum Jan Müller hevur tikið. Um onkur kennist við hinar á myndini er viðkomandi vælkomin at senda ein teldupost til: maggi@sosialurin.fo.
-red