Bergtóra og Rasmus 9.á Tórshavnar Kommunuskúli, og Birita 9. Flokkur Venjingarskúlin.
Hví valdu tit hetta starvið?
Tí at okkum dámar væl at ansa børnum og vit kenna nógv fólk her.
Hvussu dámar tykkum at vera í starvsvenjing?
Tað er ordiliga spennandi at royna okkurt nýtt. Okkum dámar væl at vera her.
Hvat hava tit gjørt hesa tíðina?
Vit hava ansa uppá børnini og verið ymiskar túrar. Millum annað hava vit verið busstúr, niðri á Sandágerði, og sæð Ævintýraferðina hjá Búa og Dánjali við børnunum.
Hvussu dámar tykkum hetta, í mun til skúlan?
Vit halda at hetta er stuttligari enn at vera í skúla, tí at hetta er eitt sindur øðrvísi.
Er hettar starvið nakað, sum tit fara at gera nakað við í framtíðini?
Tað kundi verið svarar ein. Ein annar svarar: Nei, kanska ikki akkurát hetta her, men kundi tonkt mær at arbeitt her eina tíð aftaná student.
(eftir Pauli Jensen og Bjørk Eyðfinnsdóttir)