Fótbóltur
KÍ heitti í vikuni á Kappingarnevndina hjá FSF um at lata Aganevndini málið um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen, soleiðis at nýggj málsviðgerð kann fara fram.
Formaðurin í Kappingarnevndini, Sveinur Tróndarson, segði við Kringvarpið í gjár, at áheitanin ikki varð gingin á møti, og mest sannlíkt er næsta stigið hjá KÍ, at heita á Starvsnevndina hjá FSF um at beina málið til Aganevndina.
Starvsnevndin hevur sín fyrsta fund eftir summarfrítíðina mánadagin, og kemur ein áheitan frá KÍ til hendan fundin, so verður hon sjálvandi viðgjørd, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti.
Hann dylur tó ikki fyri, at hann væl kundi hugsað sær eitt friðarligari summar enn tað, sum hevur verið.
- Vit hava havt málið um steypafinaluna, um Hjalgrím Elttør og Christian Restorff Mouritsen og eisini um vit skulu spæla landsdyst á Svangaskarði ella ikki. So tað er einki at ivast í, at vit hava nóg mikið at tríva í, nú nevndin aftur savnast. Hetta eru mál, sum vísa, at vit framvegis hava langt eftir á mál, og sjálvandi verður ein áheitan frá KÍ eisini viðgjørd, um hon liggur á borðinum, sigur Høgni í Stórustovu.