Starvsfólk hjá kommunulæknum kring landið fáa nú høvið til at brynja seg betri til at hjálpa fólki at halda upp at roykja.
Fólkaheilsuráðið og Krabbameinsfelagið fara í næstum undir eitt samstarv um at fáa fólk at leggja av at roykja.
Í hesum førum fara tey at bjóða starvsfólkum hjá kommunulæknum kring landið á skeið, so at tey verða betri før fyri at hjálpa sjúklingum at leggja av at roykja.
Fólkaheilsuráðið hevur í heyst ferðast kring landið og kanna fólk fyri diabetis og Kol, sum er veik lungu.
Hoyr samrøðu, sum Rás 2 gjørdi við samskiparan Ólav Jøkladal, við at trýsta á pílin undir myndini.










