Starvsfólkini á Bakkafrosti arbeiða nú við masku

Tá ið starvsfólkini á Bakkafrosti á Glyvrum komu til arbeiðis í morgun, skuldu tey taka masku uppá. – Hetta er partur av fyribyrgjandi átøkum, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti

– Vit hava valt at roynt hetta í eina tíð. Hvussu leingi, veit eg ikki enn, sigur Regin Jacobsen

Tað eru starvfólkini, ið hava beinleiðis samband við vøruna, ið nýta masku.

– Tað er ikki óvanligt í vinnuni, har talan er um hágóðskuvørur, og har persónar hava beinleiðis samband við vøruna, at dentur eisini verður lagdur á at fyribyrgja smittuvandanum, sigur Regin Jacobsen.

Hann vísir aftur, at tað eru krøv frá keyparunum, ið gera, at Bakkafrost nú hevur valt at geva starvsfólkunum masku, meðan tey eru til arbeiðis.

– Hetta er ein avgerð, ið vit sjálv hava tikið, sigur hann.

Verja starvsfólkini
Hann vísir á, at hetta eisini verður gjørt fyri at verja starvsfólkini.

– Vit hava 400-500 fólk, sum arbeiða á Glyvrum. Tað er sera óheppið um onkur gerst sjúkur, og um sjúkan tað kann beiða seg millum starvsfólkið, so at fleiri gerast sjúk. Vit hava hoyrt um onkur virki í Evropa og Amerika, har nógv starvsfólk eru smittað, og tí eru nógv, sum mugu fara til hús, sigur stjórin á Bakkafrosti.

Hann vísir á, Bakkafrost hevur lagt stóran dent á fyribyrgjandi átøk, so at korona ikki kemur á virkið.

– Síðani apríl hava vit latið øll starvsfólkini kannað aðru ella triðju hvørja viku, og enn er eingin staðfestur smittaður. Vit halda eisini fram við teimum kanningunum. Vit leggja stóran dent á at halda frástøðu, reinføri, og at fólk skulu hosta og njósa í ermuna. At starvsfólkini nú eisini skulu nýta masku, er ein liður afturat í teimum fyribyrgjandi átøkunum, sigur Regin Jacobsen.


50.000 maskur

Men hví er tað nústani, at starvsfólkini skulu nýta masku, nú tað eru nakrir mánaðir síðani, at koronasmittan kom?

– Samfelagið letur nú meir og meir upp, og í tí er ein ávísur vandi, at smittan kann koma inn aftur í landið. At starvsfólkið skal nýta masku er enn eitt fyribyrgjandi átak. Hvussu leingi vit fara at hava tað, veit eg ikki enn, men vit hava keypt 50.000 maskur, so vit kunnu hava tað í eina tíð, sigur Regin Jacobsen.