Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, skal nú greiða Løgtinginum frá, um samgongan hevur nakrar ætlanir um at enskilja BankNordik.
Tað er Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum nú biðjur landsstýrismannin um eina frágreiðing. Og tað ger hann tí hann heldur, at óvissan hjá starvsfólkunum í bankanum, sum er eitt av teimum heilt stóru arbeiðsplássunum, er so óviss av tí, sum rørist í samgonguni.
– Samgongan hevur ført fram, at ætlanir eru um at selja almenna partin í BankNordik. Landið eigur ein part í bankanum, og hóast Landið ikki leggur seg út í raksturin, hevur Landið kortini sýtingarrætt, skuldi tað hent, at ætlanir verða lagdar, sum ikki tæna áhugamálunum hjá eigarunum, sum í roynd og veru er Føroya Fólk, sigur Heðin Mortensen.
– Verður BankNordik seldur, er tað ikki óhugsandi, at útlendingar keypa hann, og at bankin í Føroyum sostatt verður ein deild undir onkrum útlendskum banka.
– Hetta hevði uttan iva havt ávirkan á fleiri viðurskifti í bankanum. Men starvsfólkini í BankNordik skulu ikki liva í óvissu, og tí má greiða fáast á, hvørjar avleiðingarnar vera fyri starvsfólkini, sigur løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin.