Startskotið til eina heilt nýggja vinnu í Føroyum

? Eg síggi fyri mær, at um nøkur fá ár eru vit komin so langt, at vit kunnu fara undir virksemi av biotøkniskum slag í Føroyum, sigur Egil Olsen, sum er ein av oddamonnunum í einum nýggjum, føroyskum felag

Slóðbrótandi virki

? Eg síggi hetta sum startskotið til eina nýggja vinnu í Føroyum.
Tað er við ikki sørt av bjartskygni, at Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur og vinnulívs- maður, saman við øðrum, nú er farin undir eina roynd at leggja lunnar undir eitt nýtt kapittul í føroyskari vinnulívssøgu.
Tað gjørdi hann, tá ið bløðini týsdagin lýsti við at hann, og onnur hava stovnað partafelagið Faroe Marine Biotech. Hetta er eitt felag, sum skal fara undir virksemi í Føroyum á biotøkniska økinum.
Men tað er ein drúgv tilgongd frá tí at felagið er stovnað, til nakað ítøkiligt virksemi spyrst burturúr.
?Hetta er ein vinna, sum krevur stórt tol, ikki minst í Føroyum, tí her er talan um nakað spildurnýtt og óroynt, men eg síggi kortini fyri mær, at vit kunnu fara undir ítøkiligt virksemi um nøkur ár, sigur Egil Olsen.
-
Byggjast upp
Egil Olsen sigur, at tey fyrstu árini verður uppgávan hjá felagnum at byggja hesa nýggju vinnuna upp í Føroyum.
-Í fyrsta umfari verður eitt av høvuðsendamálinum at kanna eftir, hvørji sløg av biotøkni, vit kunnu fara undir í Føroyum og hvat, vit kunnu leggja okkum eftir.
Hann sigur, at nøkur hugskot eru komin fram, men enn er tað eitt loyndarmál.
Men í longdini er endamálið sjálvsagt at stovna eitt virki í Føroyum, sum kann fara undir eitthvørt biotøkniskt virksemi.
? Verkætlanin um virðisøking av útróðrarfiski sum Kósin, Sandoy Seafood, Faroe Seafood og Meginfelag Ùtróðarmanna, eru saman um, og har endamálið er af fáa innvølinir úr tí daggamla útróðrarfiskinum til høldar á bestan hátt, er ein góð byrjan fyri at skapa eitt gott grundarlag fyri eini biotøkniskari vinnu í Føroyum
Á eini biotøkniskari ráðstevnu innan havvinnur, sum verður í Tromsø í fyrstu viku í Februar í ár og sum savnar granskarar frá nógvum ymiskum londum, verður Faroe Marine Biotech fyrstu ferð umboðað. Danial á Argjaboða fer at umboðað felagið á hesi ráðstevnuni.
Ì fyrstani bjóðar P/F Faroe Marine Biotech seg eisini fram at selja biotøkniskar úrdráttir fyri Maritex í Føroyum og Ìslandi, eitt nú ensymir til avroðsling av ymiskum fiskasløgum, umframt keyp og sølu av ymiskum hjáframleiðslum.

-Nýtt virki kanska í Leirvík
Egil Olsen sigur, at Gongur sum ætlað hava eitt virki í Føroyum, um trý til fimm ár sum fæst við okkurt slag av biotøkni.
Hann sigur, at enn er endalig avgerð ikki tikin um, hvar eitt slíkt virki skal vera. Men hann sigur, at tað er nógv sum talar fyri at leggja tað í Leirvík.
?Tað er ein tanki, vit hava spælt okkum við, sigur hann.
Hann sigur, at í Leirvík er eitt virki frammanundan, sum turkar høvd og ryggir og við at leggja eitt nýtt biotøkniskt virki uppat hesum virkinum, kunnu bæði virkini hava felags innsavning av rávøru.
Hann vísir eisini á, at tá ið undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð er komin, liggur Leirvík væl fyri í økinum, har mesti fiskurin verður avreiddur í Klaksvík og í Eysturoy.
?Og so liggur Leirvík eitt sindur fjarskotið og tað er eisini ein fyrimunir, tí tað skerst ikki burtur, at hetta er ein vinna, sum kann lukta eitt sindur viðhvørt og tí er tað kanska ikki so heppið at leggja hana á fjølbygdum plássi.
Egil Olsen væntar at eini 25-30 fara at arbeiða á einum slíkum virki, men tað allarmesta av tíverður vælútbúgvin arbeiðsmegi.
Hann sigur, at tá tað kemur tað so langt, sum at fara undir virksemi av onkrum slagi, er lítið at ivast í, at tað fer at krevja stórar íløgur og tí er eisini ætlanin at fáa aðrar íleggjarar at seta pening í felagið og at koma upp í part. Her verður t.d. hugsað um føroyskar fyritøkur bæði innan fiski og alivinnuna umframt aðrar áhugaðar.
Fyri at geva eina hóming av, hvussu stóra gransking slík vinna krevur,vísir Egil Olsen á, at Maritex higartil hevur brúkt omanfyri 50 mill kr til gransking.
Slík virki krevja tí umframt rættiliga nógva hátøkniútgerð, eisini arbeiðsmegi,við rættiliga nógvari servitan og tí er talan um sera vælútbúgvin fólk.
Men við at fáa Maritex og Lýsi upp í, fáa vit eisini tann fyrimunin, at vit sleppa undan nógvum av tí grundleggjandi granskingararbeiðnum, sum skal til fyri at sleppa ígongd og sum kostar nógvan pening og tað skuldi tí spart rættiliga fitt av íløgum í tøkni og vitan.

Stóran týdning
Egil Olsen dylir ikki fyri, at hann altíð hevur sæð biotøkni sum ein gyltan møguleika hjá føroyingum at veksa munandi um virðið í okkara livandi tilfeingi úr sjónum.
Biotøkni kann stutt alllýsast sum "Tøkni til at nýta lívverur, kyknur, partar av kyknum og/ella mýlum til vørur og tænastur"
Ymiskar greinir eru av biotøkni, alt eftir uppruna ella, hvat umhvørvi talan er um, t.d. havbiotøkni, landbúnaðar biotøkni, skógarbiotøkni, biotøkni innan annan matvøruídnað o.s.fr.
Hann sigur, at tað er vanlig semja um, at afturat vanligari fiskivinnu og alivinnuni, verður biotøknin tað triðja beinið, sum fiskivinnan fær at standa á.
Hann sigur, at Lýsi í Íslandi selur vørur úr fiskalýsi fyri umleið 80 milliónur krónur í okkara pengum og Maritex væntar at selja fyri 60 milliónir í ár, og tað er at kalla bara burturúr slógvi.
Norðmenn seta eisini sera stórar vónir til havbiotøknina. Í ár verður mett, at virðiskapanin frá hjáframleiðslum og biotøkniskum úrdráttum verður umleið tvær milliardir Norskar krónur, men í 2020, verður hendan virðisskapanin frá fiski og alivinnuni mett til at verða einar 20 milliardir norskar krónur.
Mett verður eisini at í prosentum verður vøksturin í biotøknini munandi størri enn vøksturin í fiski- og alivinnuni annars.
? -Verður roknað við at tað í miðal verða fiskað 100.000 tons av botnfiski undir Føroyum, kann roknast við umleið 15.000 tonsum av innvølum. Sum støðan er, koma meiri enn 90 % av innvølunum ikki til høldar men verða tveittir fyri borð.
Egil Olsen sigur at verða 70.000 tons av fiskinum flakaskorið á landi, kann roknast við ímillum 20 og 25.000 tonsum av hjáframleiðslum frá flakaframleiðsluni.
Hann sigur, at roknað verður við, at í ár, verður framleiðslan av aldum laksi í Føroyum um 40.000 tons. Frá hesi framleiðslu kann roknast við eini hjáframleiðslu uppá umleið 12.000 tons. Hetta veldst tó alt um, hvussu nógv av laksinum verður virkað og, hvussu nógv verður selt heilt.
Roknast kann tó við at í framtíðini fer størri partur av laksinum at verða viðgjørdur á landi og tískil fer nøgdin av hjáframleiðslum at økjast.
Sostatt eru rávørumøguleikarnir til biotøknina frá feskfiska- og alivinnuni í Føroyum yvir 50.000 tons.
At enda sigur Egil Olsen:
?Í einum sjálvberandi, føroyskum búskapi, er tað avgerandi neyðugt at hava fleiri bein at standa á. Um rætt verður atborið, hevur ein biotøknisk vinna í fiski- og alivinnuni góðar møguleikar í Føroyum.
Sí eisini greinina ?Føroysk og útlendsk servitan hond í hond? aðrastaðni í blaðnum.