Start verða góðir í ár

Venjarin hjá Lyn, fyrrverandi landsliðsspælarin Hening Berg, heldur, at felagið hjá Toda Jónsson verður sterkt í ár.

Henning Berg er á venjingarlegu á La Manga við sínum liði, og har hevur hann eisini fylgt við onkrum venjingum hjá Start. Leygardagin skulu feløgini spæla ein venjingardyst ímóti hvørjum øðrum.
 Í fjør var Start tað besta liðið, sum vit spældu ímóti. Teir vóru góðir tá, og teir eru framvegis eitt sterkt lið við góðum spælarum, sigur Henning Berg við norska blaðið Fedrelandsvennen.