Norska felagði Start, har Todi Jónsson er ein av spælarunum, hevur fingið vánaliga byrjan í nýggja kappingarárinum. Eftir seks dystir liggur liðið triðniðast við fimm stigum, og spælararnir eru nú farnir at síggja álvaran í støðuni.
- Eg veit ikki, um eg óttist, at vit skulu liggja í botninum alt kappingarárið, men vit mugu síggja álvaran í støðuni, sigur spælarin Marius Johnsen.- Vit spældu væl í seinasta dystinum, men eg kenni tað, sum vit eru koyrdir inn á ein blindveg. Tað er hóast alt stigini, sum telja, sigur hann.










