Russiski forsetin, Vladimir Putin, tekur ikki friðarsamráðingarnar í Ukraina í álvara.
Tað metir bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, eftir at Putin vísti fyrivarni um eitt amerikanskt uppskot um vápnahvíld í 30 dagar.
- Vit kunnu ikki lata Putin forseta spæla spøl við uppskotið hjá Trump forseta.
- Kreml ignorerar fullkomiliga uppskotið hjá Trump forseta um vápnahvíld, og tað vísir, at Putin ikki av álvara ynskir frið, sigur Keir Starmer við AFP.
Leygardagin fer forsætisráðharrin væntandi at savna leiðarar úr umleið 25 londum til ein virtuellan fund, sambært AFP. Ætlanin er at fáa londini at skriva undir eina yvirlýsing um, at tey eru til reiðar at tryggja eina møguliga vápnahvíld.
- Um Russland endar við at koma til samráðingarborðið, so mugu vit vera til reiðar at fylgja við eini vápnahvíld, sum kann tryggja ein varandi frið.
- Um teir ikki gera tað, so mugu vit økja búskaparliga trýstið á Russland fyri at tryggja, at hetta stríðið endar, sigur Keir Starmer.
Vladimir Putin segði hósdagin sambært Reuters, at hann tekur undir við at “steðga fíggindaskapinum”, um upprunaligu orsøkirnar til ósemjuna við Ukraina verða burturbeindar.
Tað var ikki greitt, hvørjar treytir Putin fór at seta fyri at taka undir við vápnahvíld.
- Sjálvt hugskotið er tað rætta, og tað stuðla vit avgjørt. Men tað eru viðurskifti, sum vit hava brúk fyri at umrøða. Og eg haldi, at vit hava brúk fyri at tosa við okkara amerikansku starvsfelagar eisini. - Kanska skuldi eg ringt til Trump forseta og fingið eitt prát við hann, segði Putin.
Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, fanst at yvirlýsingunum frá russiska forsetanum fyri at vera tvídráttarligar.
- Vit hava nú øll hoyrt frá Russlandi sera forútsiguligu, manipulerandi orðini hjá Putin sum svar uppá hugskotið um vápnahvíld, segði Zelensky hósdagin, sambært AFP.
/Ritzau/