Fongslaður í fýra vikur

Ein maður var í grundlógaravhoyring í gjár fongslaður í fýra vikur

Talan er um eitt mál, sum byrjaði fyri eini góðari viku síðani, tá ein maður hevur hótt ein annan gjøgnum sosialar miðlar. Mál dró eitt sindur út, tí at tann órættaði var til skips.

– Hóttanir eru altíð álvarsamar, serliga um talan er um endurtøkur, sum í hesum føri. Tann handtikni hevur eisini fleiri dómar frammanundan, og tá skal ikki so nógv til fyri at verða framstillaður, tá hóttanir verða endurtiknar, segði vaktleiðarin á politistøðin fyrr í vikuni.

Talan er um tveir fyrrverandi starvsfelagar.

Kravið var varðhaldsfongsling í fýra vikur, og hesum var dómarin samdur í og dømdi mannin í varðhald í fýra vikur, meðan málið verður kannað víðari.