Eg stilli upp, tí eg brenni fyri at betra um umstøðurnar hjá okkara heilsurøktarum.
Heilsurøktararnir hava eina týðandi og krevjandi uppgávu í samfelagnum, og tað er umráðandi, at vit fáa bestu karmarnar at røkja okkara arbeiði.
Við mínum royndum og innliti vil eg arbeiða fyri betri arbeiðsumstøðum, hægri fakligari virðing og einari sterkari rødd fyri øll, ið starvast innan heilsurøkt.
Eg vil verða við til at tryggja, at okkara felag heldur fram at arbeiða fyri góðum sømdum, góðum sáttmálum og einari støðugari menning av fakinum.
Vónandi fái eg tykkara stuðul á nevndarvalinum!
Beinta Simonsen