Anna Falkenberg er nú næstforkvinna í Sambandsflokkinum

Á stríðsvali um næstformanssessin í Sambandsflokkinum dró fólkatingskvinna floksins longra stráðið

Anna Falkenberg, næstforkvinna, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Troels Lund Poulsen, formaður í danska Vinstraflokkinum, sum er gestur á landsfundi Sambandsfloksins í Salti á Drelnesi í dag

Fólkatingskvinnan hjá Sambandsflokkinum, Anna Falkenberg, er nú forkvinna í Sambandsflokkinum. Tað er greitt efir at hon vann stríðsvalið millum hana og sitandi næstformannin, Helga Abrahamsen.

 

Anna Falkenberg fekk 20 atkvøður, meðan Helgi Abrahamsen fekk 16 at kvøður.

 

Við útvarpið sigur Anna Falkenberg, at starvið sum næstforkvinna er meira eitt starv innanfloks. Tað er formaðurin, sum myndar politisku linjuna fyri flokkin.

 

Hon vil ikki siga, at hetta merkir, at hon ætlar sær í føroyskan politikk, tað er upp til flokkin at gera av, sigur hon við útvarpið.

 

Anna Falkenberg stillaði ikki upp á seinasta løgtingsvalið, men á teimum tveimum valunum frammanundan stillaði hon upp. Í 2019 fekk hon 167 atkvøður og gjørdist nummar 19 á listanum. Í 2015 fekk hon 38 atkvøður og gjørdist nummar 22 á listanum. 

 

Men á fólkatingsvalinum í 2022 smurdi hon øll av á sambandslistanum við at fáa 2.971 atkøvður, meðan tann næsti á listanum, Johan Dahl, fekk 784.

 

 

 

 

 

Anna Falkenberg, næstforkvinna, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Troels Lund Poulsen, formaður í danska Vinstraflokkinum, sum er gestur á landsfundi Sambandsfloksins í Salti á Drelnesi í dag