Starlight klárir at fara á pall

Tað eru nærum 20 ár síðani bólkurin Starlight stóð á palli seinast, men í kvøld eru teir aftur klárir á palli í Vági Í skrivandi stund er manningin í Starlight við at gera seg kláran at fara á pall í VB húsinum.

Tað eru eini 20 ár síðani Starlight spældi seinast. Bólkurin taldist millum fremstu og virknastu bólkarnar í Føroyum frá 1979 til á leið 1983.

Síðani hava teir ikki verið nógv at hoyrt og 20 ár eru gingin, síðani teir seinast stóðu á palli saman. Men í kvøld eru teir aftur klárir, og eftir venjing alla vikuna, eru teir til dystin fús.

Tað er Lions Club Suðuroy, ið hevur savnað manningina í Starlight at spæla til 80?ara dansikvøldið í kvøld.