Stanley er eyðkendur vísusangari, ið hevur latið tvær fløgur úr hondum. Serliga hevur lagið Um eg kundi kvøði vunnið sær pláss í føroysku hjørtunum.
Lagt er upp til gott vísukvøld, har høvi veruliga verður at hugna sær. Stanley Samuelsen hevur fingið framúr góð ummæli ikki bert sum vísusangari í Føroyum, men so sanniliga eisini í okkara grannalondum.