Ein av okkara fremstu tónasmiðjum og gittarleikarum, Stanley Samuelsen, gevur nu nýggja fløgu út. Tað er fløgan, Alle Hjertets Sange, har Gunnar Hoydal hevur týtt kendar, føroyskar yrkingar til danskt, men onkrir sangir hjá Stanley Samuelsen eru eisini á fløguni, sum kemur út 9. maj.
Og 12. mai klokkan 21 fer Stanley Samuelsen sjálvur at leggja fløguna fram á Hvonn í Havn og tað spælir hann eisini okkurt lagið.
Ein smakkroynd av nýggju fløguni fæst her: www.youtube.com/watch