Stanley Samuelsen í Keypmannahavn

Fríggjadagin stendur Stanley Samuelsen fyri undirhaldinum, tá ið hann bjóðar til konsert á Norðuratlandsbryggjuni í Keypmannahavn.

 

Aftrat honum eru eisini dóttirin Astrid og tveir strúkarar.

 

Føroyski gittarleikarin, sangarin, sangskrivarin og yrkjarin Stanley Samuelsen hevur, síðan hann gjørdist kendur við bólkinum Sillyboys í 1960'unum, verið kendur og viðurkendur fyri sítt inniliga og meistarliga gittarspæl og vøkru sangir.

 

Fríggjadagin spælir og syngur hann á Norðuratlantsbryggjuni.

 

Tónleikagreinin hjá Stanley er eitt stað ímillum fólkatónleik, blues og country.

 

Konsertin fríggjakvøldið á Norðuratlantsbryggjuni er ein samanseting av soloframførslum hjá Stanley, við fylgispæli frá bæði dóttrini Astrid á gittara og við sangi, og av dugnaligu strúkarunum Andreas Restorff á cello og Peter Steensgaard á violin.

 

Hesum boða fyrireikarar frá.