Standmynd av Jesusi er 43 metrar høg

Meðan ætlaða standmyndin á Høganesi eftir øllum at døma er farin í søguna, byggja onnur lond stórar standmyndir av Jesusi.

 

Í brasilianska býnum, Encantados, verður nú bygd ein standmynd av Jesusi, sum verður hægri enn kenda standmyndin í Rio de Janeiro. Standmyndin, sum ætlandi skal standa liðug í ár, verður heili 43 metrar høg, tá sokkulin, hon stendur á, er íroknaður.

Hetta er fimm metrar hægri enn heimskenda standmyndin, "Kristus Frelsarin", sum stendur á 700 metra høga fjallatoppinum Corcovado við býin, Rio de Janeiro. 

Encantdos er ein býur heilt har suðuri í Brasilia og standmyndin, sum nú verður bygd í býnum, minnir ikki bara um standmyndina í Rio de Janeiro, tí hon er høg og tí, hon er av Jesusi. Báðar standmyndirnar hava eisini útrættu armar Jesusar til felags.

Sambært BBC byrjaðu tey at byggja standmyndina í Encantados, sum hevur fingið navnið "Kristus Verjarin", í 2019, og í síðstu viku fekk standmyndin høvur og armar.

Sambært útlendskum miðlum er maðurin, sum eigur hugskotið til velduga stóru standmyndina í Encantados, Adrolado Conzatti, deyður av koronu, og soleiðis er hann ein av teimum mongu í Brasilia, sum lá eftir á av herviligu farsóttini.

##med2##