Standa á berum um kjøtstuldrarnar

Stuldur: Kriminalpolitiið hevur enn onga hóming av, hvør kann hava stolið tey tjúgu tjógvini og annað í Vágum seinastu tíðina

Tað gongur illa hjá kriminalpolitiinum at loysa gátuna um teir mongu stuldrarnar, sum hava verið í Vágum seinastu mánaðirnar.
Í seinastu viku helt politiið seg hava eina slóð at elta, men tað vísti seg, at vegurin var blindur.
- Tað ganga túsund søgur, og vit hava roynt og kannað alt, men einki hevur givið nakað, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum.
Innbrot hava verið handlar og á virkjum, men tað mest óhugnaliga er, at tjóvarnir hava verið í hjøllum og í frystiboksum heima hjá fólki og stolið kjøt. Summir av hesum stuldrunum eru framdir á alljósum degi.
Nógvar rannsóknir eru gjørdar, og húsarannsóknir somuleiðis. Húsarannsóknirnar eru gjørdar við vælvild frá fólki, tí heimild er ikki til at gera húsarannsókn, uttan so at onkur í húsinum er skuldsettur.

Nógv kjøt
Tað snýr seg um samanlagt 20 tjógv, sum eru stolin, og kriminalpolitiið hevur heitt á fólk, sum fáa boðið kjøt til keyps, um at siga frá. Politiið hevur eisini kannað lýsingar við kjøti til sølu, men tað hevur alt verið loyvligt.
Av tí at nøgdin av stolnum kjøti err so stór, útilokar Bergleif Brimvík ikki, at tjóvarnir hava stolið fyri at fáa pening at keypa rúsevni fyri.
Kriminalpolitiið heitir á fólk, sum hava sæð ella frætt okkurt, ið kann setast í samband við teir mongu stuldrarnar, um at siga frá. Tað ber til at fáa frá og vera ónevnd.