Stak gott veður í næstu viku

Sunnudagin kemur ein hitabrúgv inn yvir Føroyar av landsynningi, men steðgar sum frá líður upp og viknar. Í næstu viku mennist eitt hátrýst um Ísland, sum eisini gevur støðugari veður í Føroyum.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum pakauliga makar niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi og um kvøldið eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Turt og møugliga sær sólin og hitin millum 7 og 10 stig. Um náttina frískar hann vindin av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað, men framvegis turt. Hitin niður í 5 stig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind í støðum, 15 m/s. Skýggjað og út á dagin regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein srúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn ella sirm. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s, sum spakuliga makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men lítið reg og sum frá líður møguliga mjørki í støðum. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin verður turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 3 og 7 stig. Lot til andøvsgul av ymsum ættum.

 

Hósdagin verður turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 5 stig. Lot til andøvsgul, fyri tað mesta at landnyrðingi og norðri.

 

Veðurforsøgnin frá yr.no er at finna her.