Í Liverpool Føroyar sendingini á FM1 sum byrjar seinnapartin klokkan 16.10 verður ein longri samrøða við George Sephton spæld.
Jóan Pauli Jacobsen ringdi til George Sephton, sum er vallarvarpari - stadionspeakari - á Anfield, leikvøllinum hjá Liverpool FC.
George Sephton hevur eina rødd sum er legendarisk millum Liverpool-fjepparar, og gjøgnum eina hálva øld sum vallarvarpari hevur hann upplivað eitt sindur av hvørjum, ið hann eisini fer at fortelja um.
Samrøðan var bandað farna fríggadag.











