Staðið FM 101 og Rás2 samsenda VÍF-KÍF

Samsent verður frá klokkan 19.55

Staðið FM 101 í Vestmanna og Rás2 fara aftur at samsenda frá hondbólti í kvøld. Samsent verður frá klokkan 19.55 í kvøld.

 

Áhugin er stórur fyri hondbólti í Vestmanna, og tí hava Rás2 og Staðið FM 101 samsent fleiri dystir í vetur.

 

Tróndur Arge fer at siga frá dystinum millum VÍF og KÍF, sum byrjar klokkan 20. Bæði liðini hava møguleika at røkka FM finaluni, og tí er stórur spenningur um dystin.