Annfinn Brekkstein
valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið
????
Nú Suðurstreymoy verður ein kommuna, hava bygdirnar, sum hava lagt saman við Havnini, innbygt í samanleggingarsáttmálan at hava staðbundnar nevndir.
Uppgávan hjá hesum nevndum er at ráðgeva og vegleiða býráðið í ymiskum málum og at kunna borgarstjóran og harvið býráðið um, hvat rørist í bygdunum, hesar nevndir umboðað. Eisini eiga hesar nevndir at verða kunnaðar og at fáa høvi til at vegleiða og koma við meiningum, tá stórar broytingar verða framdar í teirra bygdum.
Tey fólk, ið nú verða vald í nýggja býráðið, hava skyldu til at fylgja við í allari kommununi, frá tí norðastu og út á smáplássini Hest, Koltur og Nólsoy o.s.fr.
Skulu fólkini í hesum bygdum kenna seg sum part av stóru kommununi, javnbjóðis við tey í meginøkinum - hetta er uppgávan hjá tí nývalda býráðnum at syrgja fyri, nevnliga at servisera allar borgarar líka í allari kommununi - setir tað krøv til tey fólkavaldu, nevnliga at fáa samansjóað allar borgarar í nýggju kommununi, so øll fáa javnbjóðis rættindi, óansæð hvar tú býrt í kommununi. Tá ber av sonnum til at tosa um nærdemokrati.
Tað er ikki rætt at útdelegera heimildir til tær staðbundu nevndirnar, tí tá vendir samanleggingin á høvdinum. Hinvegin kundi nývalda býráðið havt eina felagskonto á fíggjarætlanini, sum var oyramerkt til smáplássini. Ella rættari sagt: til menning og trivnað á smáplássum. Tað kundi verið eitt hugskot.
Allir borgarar í kommununum, sum hava lagt saman við Tórshavnar kommunu, verða nú borgarar við somu rættindum og somu skyldum sum allir aðrir í felagsskapinum. Vit koma at fáa og njóta, missa og svíða, í sama lagi og í góðum og rættvísum sam-starvsanda og solidaritetsfatan. Hetta skal vera eyðkennið hjá tí nýggju Tórshavnar kommunu, tí tá hava vit eitt sterkt demokratiskt fólkaræði.
Men lat okkum ongantíð gloyma, at tað eru teir fólkavaldu býráðslimirnir, sum eru valdir at umboða alt fólkið í tí nýggju Tórshavnar kommunu.