Eyðun á Borg (óbundið)
Takk fyri viðmerkingina, Kristin!
Uppi á Borg síggja vit beint út á Nólsoynna (ups, Nólsoy?!?).
Dagliga síggi eg Boðan, Stongina og Borðuna, so eg skuldi kent eitt sindur til bundin staðanøvn.
Alt er jú lutfalsligt, so segði hann, maðurin. Tú finnur stórthundrað bundin staðanøvn. Eg finni fleiri túsund óbundin staðanøvn í okkara frálíka, føroyska atlasi.
Dømi: Korndalur, Tjørnunes, Høsmøl, Blábjørg, Jøkladalur, Breiðá, Toftanes, Varmakelda o.s.fr., o.s.fr.
“Sigur seg vera lærara í føroyskum”. Eg meini tað!
Heyggjur ella heygur, ikki heyggur!
Útiá Fløtum? Óbundið!
Við blíðari staðanavnakvøðu