Freistin at bjóða upp á ognirnar í trotabúnum eftir Faroe Seafood er úti á midnátt, og í Degi og Viku í kvøld upplýsti ein av bústjórunum, at einir 10 áhugaðir keyparar eru. Eyðfinnur Jacobsen, sum Dagur og Vika hevði samrøðu við í kvøld, upplýsti, at stívliga 10 áhugaðir keyparar høvdu latið inn boð upp á skip og virkir, og hann segði seg vita um onkran aftrat, sum ætlaði sær at bjóða, áðrenn freistin, sum er á midnátt, rennur út.
Bústjórin segði, at áhugi er bæði í Føroyum og uttanlands, og áhugi er eisini fyri bæði skipum og virkjum, sum eru í búnum.
- Vit hava tó fingið heldur fleiri boð úr Føroyum enn úr útlandinum.
Hann legði aftrat, at boð eru komin frá áhugaðum í okkara grannalondum, tó at hann ikki nevndi, hvørji lond talan er um.
Eyðfinnur Jacobsen helt fyri, at nøkur av boðunum, sum eru komin, eru á einari leið, tó at onkur kanska eru heldur lág í mun til veðkrøvini í ognunum.
Hann vísti á, at bústjórarnir í sølulýsingini hava treytað sær, at samráðingar kunnu takast upp við áhugaðar keyparar, har samráðast kann nærri um prís.
Spurdur, um nakar hevur bjóðað upp á allar ognirnar undir einum, segði Eyðfinnur Jacobsen í Degi og Viku í kvøld, at einki slíkt boð var komið enn.
- Men enn eru nakrir tímar eftir av freistini at bjóða, legði bústjórin aftrat.










