Stóðu royndina sum ordiligir politikarar

UNGDÓMSTING Mánadagin og í gjár sluppu skúlanæmingar at royna seg sum løgtingslimir

Mánadagin og í gjár fingu næmingar í framhaldsdeildini høvi at royna seg sum politikarar.
Tað hendi tá ið Ungdómsting var hesar dagarnar, har næmingar úr fýra skúlum mannaðu teir 33 tingsessirnar.
Tilsamans vóru níggju uppskot til viðgerðar og av teimum vóru seks uppskot samtykt og trý vórðu feld eftir at hava verið til viðgerðar í nevndum.
Teir skúlar, sum vóru umboðaðir á Ungdómstinginum hesuferð vóru skúlin í Vági og í Vestmanna, Nám-X á Eysturskúlanum og Miðvágs-Sandavágs Skúli.
- Vit kundu hugsa okkum, at fleiri skúlar vóru umboðir, men tað kunnu vit so vóna næstu ferð, Ungdómsting verður, segði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, tá ið hann endaði tingið.
Ungdómsstingið endaði við at tinglimirnir fingu høvi til at seta landsstýrisfólkum spurningar og hugurin at spyrja var stórur, tí tað vórðu heili 30 spurningar settir. Og evnini vóru fjølbroytt, tí landsstýrisfólkini vórðu spurd um alt frá treytunum at fáa koyrikort til prutl til, hvussu uttanlandsskuldin verður afturgoldin.
- Endamálið við ungdómstinginum er at kunna ung um, hvussu týðandi okkara fólkaræðið er, segði Jógvan á Lakjuni.
Hann staðfesti, at tey høvdu til fulnar liva upp til tær mannagongdir, sum eru galdandi í Løgtinginum og hann ivaðist ikki á, at fleiri av limunum í ungdómstinginum verða at síggja í tí veruliga politiska lívinum seinni.